So sum eg eri, komi eg

Charlotte ElliottWilliam  Batchelder Bradbury
Orð: Charlotte Elliott
Lag: William Batchelder Bradbury
Týtt: Victor Danielsen

1. So sum eg eri, komi eg.
Títt blóð er runnið fyri meg,
tú býður mær, tí komi eg,
Guds Lamb, eg komi, komi nú!

2. So sum eg eri, ei kann eg,
frá syndum mínum reinsa meg,
bert blóð títt kann, tí komi eg,
Guds Lamb, eg komi, komi nú!

3. So sum eg eri, syndigur,
ja, fallin, blindur, fátækur,
at verða reistur, reinsaður,
Guds Lamb, eg komi, komi nú!

4. So sum eg eri, náði tín,
er størri enn øll armóð mín,
í míni sár tú letur vín,
Guds Lamb, eg komi, komi nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin