So sum eg eri, komi eg

Charlotte ElliottVictor Danielsen
Orð: Charlotte Elliott
Lag: Ókendur
Týtt: Victor Danielsen

1. So sum eg eri, komi eg,
títt blóð er runnið fyri meg,
tú býður mær mær, tí komi eg –
eg komi nú, Guds Lamb!

Niðurlag: Eg komi nú, Guds Lamb,
eg komi nú, Guds Lamb!
Tú býður mær, tí komi eg –
eg komi nú, Guds Lamb!

2. So sum eg eri, syndigur,
ja, fallin, blindur, fátækur,
at verða reistur, reinsaður –
eg komi nú, Guds Lamb!

3. So sum eg eri – náði tín
er størri enn øll armóð mín,
í míni sár tú letur vín –
eg komi nú, Guds Lamb!

4. So sum eg eri – tú skalt slá
hvønn fígginda, meg herjar á,
ei nakar dómur meg skal ná –
eg komi nú, Guds Lamb!

FavoriteLoadingGoym tekstin