So tak tá mínar hendur

Orð: Julie von Hausmann
Týtt: Jákup Dahl

1. So tak tá mínar hendur,
og leið tú meg,
so ferð at himni stendur
mín allan veg!
Eg kann ei ganga eina,
nei, einki stig;
har, tú mær leið vilt beina,
eg fylgi við.

2. Lat, Guð, meg einki skilja
við tína náð,
so lýðin tínum vilja
eg fylgja má!
Lat barn títt hjá tær hvíla
í trygd og frið,
so kann tað fegið smíla
við tína lið!

3. Um myrkur vil mær fjala
tín sterka mátt,
tó leiðir hond tín sæla
meg fram á nátt.
So tak tá mínar hendur,
og leið tú meg,
so ferð at himni stendur
mín allan veg!

FavoriteLoadingGoym tekstin