So undrandi hjartað man spyrja

Orð: Sámal á Toftini
Lag: Charles Hutchinson Gabriel

1. So undrandi hjartað man spyrja,
áh, Jesus, hvat sást tú í mær?
Óverdigan, syndigan, skitnan,
av menniskjum vrakaður var,
tó – tá ið eg djúpast lá fallin,
í syndini válkaði mær,
tú lyfti meg upp aftur, Harri,
og helt mær so fast inn at tær.

2. Ei skalv hon, tann hond, tú mær rætti,
tó særd hon av naglanum varð.
Teir armar so sterkir mær hildu,
tín síða, hon spjótsárið bar.
Tú segði: „Mítt barn, eg teg elski,
í ævir tú vera skalt mín!“
Tá fyltist mítt hjarta við gleði,
ja, Jesus, tá gjørdist eg tín.

3. Tær gøtur, so hálar og brattar,
eg royndi at stríða meg á,
tó mangan so beinar og slættar,
at vandarnar ikki eg sá,
tó veit eg, eg ei sleppi undan
teim royndum, tú ætlaði mær.
Men nú er tað tú, ið meg leiðir,
mín sál teg í andanum sær.

4. Mítt ynski er, Gud, nú at vera
eitt vitni her trútt fyri teg
og øðrum tann boðskap at bera,
hvat tú hevur gjørt fyri meg.
Hjálp tú mær at eta ta føði,
sum orð títt til sálina er,
so eg kann tær vera til frøi
ta tíð, tú kanst nýta meg her.

FavoriteLoadingGoym tekstin