Søkkur enn myrkrið um heimin

Orð og lag: Theofil Engström
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: Vackraste stjärnan

1. Søkkur enn myrkrið um heimin,
skuggarnir leingjast so hvørt,
skínandi ljós verður ferðin,
lyftini lýsa so bjørt.

Niðurlag: Túsundtals lyftisljós ferð míni á
lýsa so bjørt og skær.
Fagrasta stjørnan mær greitt boðar frá:
Jesusar koma er nær!

2. Stundum meg byrðarnar tyngja,
leiðin gerst skýmlig og hál,
men tá kann glaður eg syngja,
lívgast og fegnast mín sál.

3. Hvat ger tað tá, um eg eri
fremmandur í hesi verð,
brátt eg hjá Jesusi verði,
lyftið um heimlandið ber.

4. Vónin er lívsæl at eiga,
at hann skal koma ein dag.
Hugsa, í dag eg kann siga:
Hann er mín brúðgómur, ja!

FavoriteLoadingGoym tekstin