Sól um sýnu dregur

Orð og lag: Jógvan við Keldu

Sól um sýnu dregur,
lotið lagt seg hevur:
Tindar fjøll í roða,
stórbart er at skoða.

Oyggjaland í kvirru,
fjørututl í kyrru.
Hoyrist suð á sundi,
langtandi eg blundi.

Bjørg og fjøll úr havi
reyst og rúm í vavi.
Tey í hátign prýða
umhvørvið so blíða.

Oyggjafjøld so vøkur
dalar, fjøll og røkur.
Gud, tú mikli, sterki
skapti valaverkið.

Hómast fjart tey flenna,
børn sum spæla renna.
Sorgarleysar løtur
kennast hesar gøtur.

Troytt av dagsins byrði.
“Tøkk tú góði Hirði!”
Leggjast – sovna, droyma,
“teg í hjørtum goyma”.

FavoriteLoadingGoym tekstin