Sól yvir havið

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Sól yvir havið – alt glitrandi er,
høgt frá stevninum sjófroðan goysir,
og vindur, sum fram yvir bylgjurnar fer,
upp teir nívandi knútarnar loysir.
Lættur gerst hugur sum flúgvandi ský,
har tað sveimar í loftinum víða,
nú framá tað ber! Burt frá bygd og frá bý
er tað fagurt á bylgjum at ríða.

2. Goysandi streymur, heitt heilsi eg tær,
ei tú kúgast, har framá tú stevnir.
Skútur tú smildrar sum brestandi glar,
tá tú alskin tær syngjandi fevnir.
Nívandi kenslur ei heim eiga her,
ei finst krókur, sum dvørgar kann fjala.
Land eigur holur, men havið tað er
frítt, og væl kann tað bragdarhug ala.

3. Ljóða skal kvæði á flúgvandi ferð
gjøgnum sjórok og skúmandi bárur,
og vakna skal andin, sum múgvandi ger
mann, ið áður var sjúkur og sárur.
Frítt kvøður aldan um klettar og sker,
vekur sál, sum enn durvar og svevur. –
Sól yvir havið! – alt glitrandi er.
Skútan skúmandi framá seg grevur.

FavoriteLoadingGoym tekstin