Sólin hevur sæð

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

sólin hevur sæð betri dagar enn henda
eg siti við í fanginum nú
í gráum kálvskinni um blóðbardan rygg
eg læsi allar mínar dyr

avrættingarmanningin løðir sínar riflur
trettan gull og hálvan litur av ginn
harra tremens trínur trilvandi inn
spyr meg hvar eg komi frá

her havi eg ongantíð verið fyrr
ansa nú eftir mín sál ver nú kvirr

hvør hevur brotið mín verjugarð niður
eingin vakti meg tá jarðskjálvtin kom
nú tørvar mær hjálp frá einum timburmanni
kanska onkur býr í nasaret

her havi eg ongantíð verið fyrr
ansa nú eftir mín sál ver nú kvirr

enn einki ljós á míni leið til damaskus
bert ein glóð frá eini skelvandi prince
underbergarin tó ger undurverk mikil
reisir meg frá deyðum upp

sólin hevur sæð betri dagar enn henda
eg siti við í fanginum nú
nú tørvar mær hjálp frá einum timburmanni
kanska onkur býr í nasaret

FavoriteLoadingGoym tekstin