Sólin hevur sama lag

Mikkjal á Ryggi
Orð: A. Hovden
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Sólin hevur sama lag:
hvar hon kemur, ger hon dag,
nátt og myrkur burtur fer,
ljós og lív hon okkum ber,
sorgin flýggjar, gleðin grør,
fuglar syngja blítt frá jørð.

2. Jesus Krist tað sama ger:
birtir ljós um víðu verð,
sleppur hann í hjartað inn,
lættir hann títt tunga sinn,
burtur hvørvur neyð og trongd,
so er troystarrík hans gongd.

3. Kristin, tað er so tín gerð:
Bera ljós í bygdum her,
bera sól í skuggar inn,
sól, sum lættir dapurt sinn,
birta upp í næstans sál
himmiríkis halga bál.

4. Jesus, eg teg biði tað,
reinsa tú mítt hjartalag,
kraft frá tær meg fáa lat,
so eg gloymi hevnd og hat,
gev, tað góða í mær grør,
ger meg til títt ljós á jørð!

FavoriteLoadingGoym tekstin