Sólin hon sær

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Nú vaknar býurin
nú hvørvur skýmingin
her kemur morgunin
veðrið er gott
beint nú í løtuni
úti á gøtuni
hvørvur tann friðurin
sum var í nátt

Sólin hon sær
hon sær víða hvar
vaknar nær og fjar
tann vónin hon við sær bar

Har fer hon gangandi
altíð so fangandi
heilsar hon smílandi
øllum í dag
onkur fer stunandi
aftur so grunandi
vónandi munar tað
hann fekk í lag

Sólin hon sær
hon sær víða hvar
vaknar nær og fjar
tann vónin hon við sær bar

Tá lotið aftur andar
livnar aftur hugurin
nú dagurin jú dandar
hann gandar fyri mær
hvíldin var góð í tí náttini sum fór
verðin er vaknað og verðin hon er stór
so fagurstór

Sólin hon sær
hon sær víða hvar
vaknar nær og fjar
tann vónin hon við sær bar

Sólin hon sær
hon sær víða hvar
vaknar nær og fjar
tann vónin hon við sær bar
aftur nú

FavoriteLoadingGoym tekstin