Sólin skínur, fleyrið smýgur gjøgnum hárið

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Samarkand/Thorstein Bergman
Viðmerking: Yrktur í februar 2009.

1. Sólin skínur, fleyrið smýgur gjøgnum hárið,
fuglar láta, blómuangin ger mær væl;
hjartans fegin stígi eg útum í várið,
tá eg møtti tær – men ei teg fekk í tal!
Og eg skilti við tað sama, hvat var galið,
tað, sum stundum víst er mongum áður hent,
at á lívsins vegi sjálvur ein ger valið,
um frá Guði burt ein aftur vildi vent!

2. Eftir standi eg so hugtómur og raktur,
spurningar og sárur tregi fyllir meg;
og meg minnist, vinur mín, tá tú gekst vaktur,
og so ovurfegin valdi Lívsins Veg.
Men sum frá leið fyri trongd tú ei vart spardur,
freistingar og svik smátt tærdu burt tín frið;
tá við Jeriko tú sligin lást og særdur,
eingin steðgaði, øll gingu tey framvið!

3. Enn eg standi spyrjandi í tonkum tómum,
sól og fuglasongur bera boð um vár;
fram við vegnum angar fjálgt av vársins blómum,
eins og balsam leggja smyrsl á lívsins sár.
Hoyr, mín vinur, ert tú nívdur, svikin, skaddur,
Frelsarin jú sjálvur kendi svik og nívd!
Á, eg ynski bert, tú finnur Vegin aftur
og fært lut í Harrans undurfullu lívd.

FavoriteLoadingGoym tekstin