Sólsettum fjøllum yvir

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Over the sunset mountains

1. Sólsettum fjøllum yvir
fara ein dag skal eg –
Jesusi hjá at verða,
honum, sum elskar meg.

Niðurlag: Sólsettum fjøllum yvir
Himmalin bíðar mær.
Sólsettum fjøllum yvir –
Frelsaran skoði eg har.

2. Stríðið tá alt er endað,
horvin hvør skuggi er.
Gloymd verður sorg og stúran,
áh, hvør ein undurfull ferð.