Sólsongur

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Stephen C. Foster

1. Nei, sum sólin á fjøllini skínur,
og sum lotið er sveimandi mjúkt!
Kennast sólmentir tankarnir mínir,
einki lágt, einki vont ella sjúkt.
Ljóst er úti, ljóst er inni,
sól á heim hevur ljósrúnir rist.
Framá veit eg nú væl, at eg vinni,
tí at sólin hon hevur meg kyst.

2. Rætt mær hond, tú sum situr og bínir,
lít mót sólini! Hon er so bjørt.
Sært tú, vetrarins fannir hon týnir,
sært tú verkið, sum hon hevur gjørt!
Fuglar frøast, anga urtir,
lívið syngur nú sigursong sín.
Tveit so bert tína hugtyngslu burtur,
fragdarboð hevur sólin til tín.

3. Og tú ungmoy, sum fjøllini yndar,
gakk við mær upp í brekkur og skørð
til teir sólfevndu, blánandi tindar,
lít so langt yvir sund, yvir fjørð!
Títt er landið, sum tú skoðar,
ver tí góð, eins og tað er tær gott,
nú tá sól yvir líðunum logar,
nú ið horvin er vetrarins nátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin