Songur í myrkri ljóðar

Orð og lag: Ókendur

1. Songur í myrkri ljóðar,
lovsongur við eitt fjós:
Guð nú til heimin bjóðar
frelsunnar størsta ljós!

Niðurlag: Menniskju um seg skoða
hugsa hvat nú er hent!
Betlehems einglar boða:
Guð hevur Son Sín sent!

2. Frelsunnar dýri songur
hoyrist um heimin enn!
Sál, tú sum friðleys gongur,
kom, Harran Jesus kenn!

3. Ein dag skal gleðin verða
størri enn nú hon er;
lovsong vit skulu bera
heima har Jesus er!

FavoriteLoadingGoym tekstin