Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn

Orð: Dynamitt
Lag: Michael Ballew

Drongurin kom inn í køkin ein dagin,
hugdi upp á mammuna og segði so smæðin:
Góða mamma
allir mínir vinir flenna,
teir vilja ikki við meg kenna
tá ið eg tosi.
Tá teir siga ei, tá sigi eg oy,
og tá teir siga nei, tá sigi eg noy,
tað er løgið!
Góða mamma sig mær,
hvat er galið við mær, eg vil tað vita.

Men tað sum eg haldi er allarmest galið,
tað er tá eg eri í Gundadali
og hyggi,
har seti eg meg í skýlið,
eg rópi hart og ýli
KOYR Á KÍ.
Eg haldi jú við HB, eg eri havnarmaður,
men skorar KÍ tá verið eg glaður,
sikken tossi.
Góða mamma sig mær,
hvat er galið við mær, eg vil tað vita.

Nú drongurin leingi hevði havt orðið,
setti mamman seg niður við borðið
og hon segði:
Pápi tín, sum heldur við HB,
hann er ikki tín rætti pápi,
tað skalt tú vita.
Tí í Klaksvík býr tín ektaði babba,
har eigur tú eina ommu og abba,
ver tú glaður.
Eg má hesi boðini bera,
og tú mást ikki keddur vera, tá ið eg sigi:

Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn,
hann býr í Klaksvík.
At vita tað, tað er títt minsta krav.
Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn,
hann býr í Klaksvík,
og tað skalt tú bara vera stoltur av.

FavoriteLoadingGoym tekstin