Sorg undan gleði, hjálp eftir neyð

Orð: Frances R. Havergal
Lag: Phoebe Palmer Knapp
Týtt: Jákup Olsen

1. Sorg undan gleði, hjálp eftir neyð,
ljós eftir myrkur, lív eftir deyð,
frið eftir ófrið, trúgv undan sjón,
hvíld eftir møði – lívsæla vón!

Niðurlag:
Jesus er lívið, ljós mítt er hann,
leiða meg trygt, tað hann eina kann;
heim til Guds ríki vegurin ber,
Harran at síggja, so sum hann er.

2. Leiðin var trong, tú fyri meg gekk,
í tínum sárum frelsu eg fekk;
synd mín og straff mín lógu á tær,
tú gjøgnum deyðan bjargaði mær!

3. Hatar meg verðin, hvat ger so tað!
Skjótt kemur boð úr Himmalsins stað:
Kom til tað heim, eg bygt havi her,
kom, tú, sum syrgir, troystaður ver!

4. Trúgvan at vera læri tú meg,
so eg við gleði síggja kann teg!
Stutt tíð at bíða – kanska í dag
síggja eg skal hin æviga stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin