Sorgarmaður navn hans er

Philip Paul BlissVictor Danielsen
Orð og lag: Philip Paul Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Sorgarmaður navn hans er,
Sonar Guds, sum doyði her;
syndarar hann sælar ger –
lovið Gudi! Hvør ein frelsa!

2. Boygd var sál hans, særd og móð,
í mín stað hann dømdur stóð,
frælsi keypti mær hans blóð –
lovið Gudi! Hvør ein frelsa!

3. Yvir mær lá dómur, bann,
reinur, sakleysur var hann,
fullan frið hans blóð mær vann –
lovið Gudi! Hvør ein frelsa!

4. Tað er fullgjørt! róp hans var,
tá ið krossurin hann bar;
nú hann situr Gudi nær –
lovið Gudi! Hvør ein frelsa!

5. Skjótt hann kemur aftur her,
síni frelstu heim hann ber,
tá vár nýggi songur er:
lovið Gudi! Hvør ein frelsa!

FavoriteLoadingGoym tekstin