Sorgarstundir renna

Lag: Harold Green
Týtt: Victor Danielsen

1. Sorgarstundir renna,
alt fær enda her;
skjótt eg hvíld skal kenna,
har sum Jesus er.

2. Áh, so skjótt hon svinnur,
henda royndartíð!
Skjótt mítt hjarta finnur
gleði eftir stríð.

3. Tá er alt tað svunnið,
sum her tyngdi meg,
stutta skeiðið runnið,
málið nái eg.

4. Sára heim mær leingist
til ta friðarstrond;
her mítt hjarta treingist,
her meg tyngja bond.

5. Fyrst við Jesu síðu
verður sál mín glað;
styrk meg gjøgnum stríðið
heim har í tín stað!

FavoriteLoadingGoym tekstin