Sorgtungur ofta í syndum eg var

Aage Samuelsen
Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Jonna Larsen (f. Øre)
Viðmerking: Týddur í 1963.

1. Sorgtungur ofta í syndum eg var,
tung var tann byrðan av synd, sum eg bar;
men tá í angur við krossin eg lá,
friðin mær Jesus gav tá.

Niðurlag: Lívið mær Jesus nú er,
ljósið Hann er mær á ferð!
Alt, sum mær tørvar, í Honum eg fann;
lívið mær Jesus nú er!

2. Tá fyri eyga eg hjálp onga sá,
kom til mín Jesus og frelsti meg tá.
Friðin eg kendi, tá Jesus meg fann,
lívssólin signað upprann.

3. Armur, men ríkur í Jesusi tó,
vanvirdur, men tó Hans brúður so góð.
Sælur eg eri, sjálvt misskiltur her,
skjótt Hann til heimið meg ber.

4. Alt her á jørð verður gloymt har ein dag,
møtir mær spott her, er sál mín tó glað;
tá Hann sum brúður meg tekur til sín,
æviga Jesus er mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin