Sorgtyngdur mangan mín dagur her var

Aage Samuelsen
Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Sorgfull så ofte i verden jeg var

1. Sorgtyngdur mangan mín dagur her var –
nívandi byrðin av synd, sum eg bar,
men tá til krossin eg grátandi gekk,
friðin í hjartað eg fekk.

Niðurlag: Jesus, hann lívið mær er –
ljósið á leiðini her.
Alt, sum mær tørvar, í honum eg fann,
Jesus, hann lívið mær er.

2. Tá eingin hjálp var at hóma, eg sá,
eina hjá Jesusi var hon at fá;
byrðina loysti hann, lívið mær vann,
lívssólin bjarta upp rann.

3. Armur, men ríkur í Gudi eg tó
Kristusar brúður nú eri so fró,
her illa kendur, men sæl er mín sál,
skjótt ber tað heim og á mál.

4. Skjótt er mín trongd her í heiminum gloymd,
undurfull dýrd er í Himli mær goymd,
og tá ein dag hann meg tekur til sín,
Jesus um ævir gerst mín.