Søt og sæl eru Harrans orð

Lag: Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Søt og sæl eru Harrans orð,
undurfull lívsins orð,
hann við orðinum reiddi borð –
undurfull lívsins orð!
Einki kundi metta
hjartað uttan hetta.
:,: Signaðu orð,
lívsælu orð,
undurfull lívsins orð! :,:

2. Leingi søkti eg lívið, har
sum eg tó einki fann,
visti ei, at tað var mær nær,
sá ei, at keldan rann,
visti ikki, at orðið
lívið hevði mær borið.
:,: Himmalsku orð,
heiløgu orð,
undurfull lívsins orð! :,:

3. So ein dag Harrans orð eg fann,
sum mær til frelsu varð;
lívið longu á fold eg vann,
sælu í ævir har;
alt hitt gamla er svunnið,
frelsu havi eg vunnið.
:,: Tað ger Guds orð,
lívsæla orð,
lívsins hitt dýra orð. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin