Søtt tað er á kvøldartíma

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Søtt tað er á kvøldartíma,
tá ið dagsins strev er av,
Harrans rødd so stillan hoyra
sum tað síðsta dagur gav.

2. Gott tað er tá seg at goyma
undan heimsins larmi, stríð;
og sum barnið kenna floyma
friðin Faðirfavni í.

3. Tonk, at allar keldur eiga
í Tær, Guð, mín Frelsari;
og í hjarta kunna kenna
náði Tín hon salvar meg.

4. Gott tað er her tryggur vera,
á, hvør hvíla søt hjá Tær;
tó tað er ein smakkur bara
av tí dýrd, sum væntar mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin