Sov blítt og søtt og droym um sól

Týtt úr donskum: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Fólkalag

1. Sov blítt og søtt og droym um sól,
sum lýsir yvir garð.
Guð faðir, hann í himli er,
skal ansa eftir tær.

2. Tær einglar sínar sendir hann,
um vøggu standa teir;
tí kanst tú sova trygt og væl
og óttast einki meir.

FavoriteLoadingGoym tekstin