Spanska Fluga

Orð: Axel Tórgarð
Lag: Franz Schubert

Hvat er tað, sum ger tað, at hetta spæl,
sum byrjaði illa, kann enda væl.
Hvat er tað, sum fløkjuna greiða kann,
so væl, at tann rætti ta røttu fann?

Tann brúsandi, brennandi, súsandi, spennandi
lívsgleði, mennandi kærleikin.

Hvat er tað, sum sterkast av øllum er
sum vinnur á øllum í hesi verð,
sum ger, at so undurfull løtan er,
hvat er tað, sum sinnoppin søtan ger.

Sjálvt tann balsameraða mumia
upplívgað kann verða av kærleika.
Hann ger tað at drotningin Hatchepot
kann seta í Kara-Sha-Ra-Dash futt.

Hann er tað, sum ger tað, at hetta spæl,
sum byrjaði illa, nú endar væl
tí kærleikans pílur í hjartað traff
– sjálvt Siðverndarfelagið stendur paff.

FavoriteLoadingGoym tekstin