Spenn trygdarbeltið

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe

Ert tú ikki íbundin?
Spenn trygdarbeltið, bind teg í.

Um tú koyrir stuttan tein
ella langa leið,
boðini tey eru greið,
sig nú ikki nei.

Ert tú ikki íbundin?
Spenn trygdarbeltið, bind teg í.

Tá ið ferðin hon fer upp,
ferðslan hon er tøtt,
við beltinum er trygdin bøtt,
og íbinding er løtt.

Ert tú ikki íbundin?
Spenn trygdarbeltið, bind teg í.

Ert tú ikki íbundin?
Spenn trygdarbeltið, bind teg í.

Um tú koyrir stuttan tein
ella langa leið,
boðini tey eru greið,
sig nú ikki nei.

Ert tú ikki íbundin?
Spenn trygdarbeltið, bind teg í.

FavoriteLoadingGoym tekstin