Sperdi heimur

Orð og lag: Martin Joensen

Her í hesum sperda heimi eri eg á ferð.
Við tungu mitt í munninum eg stýri millum sker,
– tevji meg fram til hvat ið er skeivt og hvat er rætt,
mali millum meiningar úr ætt í ætt í ætt.

Av og á so tekki eg teg gjøgnum tokuna,
men tá eg nærkist hvørvur tú ígjøgnum lokuna.
Onkuntíð so hoyri eg teg gjøgnum hvirlurnar,
men tá ið eg skal svara ert tú ikki longur har.

Stundum skyggir ljósið, so eg blendist burt av leið
og endi millum lomb og søljur, hagafugl og seið.
Tey teska mær so hvør eg eri, hvar eg komi frá,
– eg andi djúpt, og so er luftin aftur næstan blá.

FavoriteLoadingGoym tekstin