Spitalskir tíggju mans í fylgi gingu

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 10. september 2007.

Spitalskir tíggju mans í fylgi gingu,
tá eyga teir á Jesus Kristus fingu.
“Miskunna okkum, meistari!” teir bóðu,
sum deyðasjúkir, einsamallir stóðu.

Og allir tíggju reinsaðir víst vórðu.
Men níggju bert til bygda aftur fóru.
Tann eini tó til Guds sær aftur vendi;
hann lov og tøkk og heiður honum sendi.

Bert hesin eini hoyrdi heilsan sína:
“Statt upp og gakk tú glaður gøtu tína.
Tín trúgv hon frelsti teg!” Tað Jesus segði
við hann, sum aftur leið til Guds sær legði.

Av synd og skuld vit órein eru vorðin,
tí var Guds sonur her í heimin borin
at reinsa og at bjarga oss úr deyða,
tí reis hann upp á páskamorgni reyða.

Men skalt tú, maður, heilsubót tær fáa,
so skunda tær, tú enn kanst honum náa,
ið víst vil frið og frelsu øllum veita,
sum her í trúgv og lýdni til hans leita.

FavoriteLoadingGoym tekstin