Spor í sandi

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Heystið nærkast landi, spor í vátum sandi,
tigandi vit ganga teinin langa.

Summarið er farið, horvið handan garðin.
Bátur rør mót støðni, – run í gjónni

.

Tú hevur pakkað niður títt hárband
og hin søljugula kjólan,
í regninum bert tú og eg.

Sást tú ælabogan, vaknaði tín tráðan,
sást tú ælabogan, jú, tú sá hann.

Standa still á støðni, náttin býr í gjónni,
heystið nemur landið, spor í sandi.

Her tørvast eingi lyfti, ei heldur bond,
ið styggja stúrin hjørtu,
í tøgnini bert tú og eg.

Í morgin ert tú burtur
og sandurin er aftur blivin slættur,
í náttini bert tú og eg.

sást tú ælabogan, vaknaði tín tráðan,
sást tú ælabogan, jú, tú sá hann…

Summarið er farið, horvið handan garðin
bátur rør frá landi, spor í sandinum …

FavoriteLoadingGoym tekstin