Spurvur til jarðar fellur ei

Sigurd Lunde
Orð: Ingeborg Prytz Fougner
Lag 1: Ivar Skippervold
Lag 2: Sigurd Lunde
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Ikke en spurv til jorden

1. Spurvur til jarðar fellur ei,
uttan at Gud er nær,
ikki ein sál fer deyðans leið,
uttan at hann tað sær.
Ikki ein blóma følnar,
ikki eitt tárið rann,
uttan at Gud tað visti
– øllum jú ræður hann.

2. Trúgv, tá ið vindur súsandi
fer millum høgu fjøll,
og tá ið brimið brúsandi
brýtur um stein og vøll.
Trúgv, tá ið ónda maktin
særandi álop ger,
og tá ið einsamallur
tú tínar kvølir ber.

3. Trúgv, tá ið vónin brestur, sum
títt stóra álit var,
og tá tú onkran missir, sum
kanska var alt hjá tær.
Trúgv, tá á Harran Jesus,
hann, sum teg kallar sín.
Minst, „eingin spurvur fellur“
– dýrabar orð til tín.