Eg spyrji ei, um tú ert ein av heimsins vísu

Orð: Lina Sandell
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg spyrji ei, um tú ert ein
av heimsins vísu, nei,
og ikki, um títt navn er kent
av monnum ella ei,
ei, um tú eigur gull og fæ
og góðs og garðar her,
eg spyrji ei, hvat navn tú bert,
og hvør tín standur er.

2. Eg spyrji ei, um góður tú
og mildur, stillur ert,
og ikki, um tín vón er rík,
og tolinmóð títt sterkt,
ei, um í bøn og kærleika
tú heitur ert, nei merk:
Eg spyrji ei um dugnaskap
og tíni dygdarverk.

3. Nei, hetta alt ei hjálpa kann,
ei hevur lív í sær;
ein annan spurning er tað, ið
eg her vil seta tær;
hvør gáva góð – til takksemi
og eyðmýkt leiðir hon,
men eitt er fyri neyðini –
sig, trýrt tú á Guds Son?

4. Eg spyrji teg í Jesu navn,
tað navn meg djarvan ger,
um tú ígjøgnum Kristi blóð
við Gud nú sáttur er;
er hann tín sæla, friður tín,
tín vón ja, alt hjá tær?
Tá fyrstani tín roynd, títt stríð,
hjá Gudi virði fær.

5. Á vreiðidegi góðs og gull
tær onga bjarging ber,
og manna vit og vísdómur
hjá Gudi fáfongd er;
hin borg, ið bert á sand var bygd,
tá um galt, svíkti hon,
nei, svara, svara ærliga:
Sig, trýrt tú á Guds Son?

FavoriteLoadingGoym tekstin