Spyrt tú meg um mína gleði

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Árni Jacobsen

1. Spyrt tú meg um mína gleði,
og hvat hjartað fylla man,
um hvat mál eg her mær seti,
hvar eg sanna gleði fann.
Um ein vin eg tær kann siga,
sum ein nýggjan song mær gav,
klettur mín og frelsari er eina hann.

Niðurlag: :,: Hann er mín gleði, :,:
og tann gleði tekur til, sum tíðin fer.
Um tú spyrt meg, so skal svarið vera:
„Eg elski Jesus, eg veit, hann elskar meg!“

2. Tá á gyltu strond eg standi,
og mín ferð er endað her,
mínum frelsara eg møti
og hann síggi, sum hann er.
Kanska tá eg ikki dugi
bera fram tey mongu orð,
tó er eitt, eg tá við gleði siga skal:

Niðurlag: :,: „Tú ert mín gleði, :,:
eg tær takki, tí tú frelsti mína sál.“
Og við gleði tá eg honum sigi:
„Eg elski teg, tí eg veit, tú elskar meg!“