Standandi á torginum hin líðilanga dag

Orð og lag: Charles Hutchinson Gabriel
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: Reapers are needed

1. Standandi á torginum hin líðilanga dag,
sigur: „Er her nakað verk, sum eg kann gera?“, ja,
mangur bíðar, tó tey Harrin hava vil avstað.
Skurðmenn! Skurðmenn! Hvør vil virka nú?

Niðurlag: Lyft upp eyguni, hygg búnu markirnar,
alt til reiðar er til verkamenninar,
sovandi, upp nú!
Harrin teg tørvar jú!
Hvør vil fyrstur svara:
„Harri, her, send meg!“
Stadni akurin so skurðarbúgvin sær,
lotið spakuliga andar gjøgnum har.
Svøvnandin, upp nú!
Harrin teg tørvar jú!
Og hin gylti heystardagur, áh, so
skjótt hann fer!

2. Hvørt eitt bundi broytist til ein gimstein vakran brátt,
sum teg vónandi skal prýða har í Himli hátt,
søk tí tað, sum ævigt er, lat svinna burt alt smátt!
Skurðmenn! Skurðmenn! Hvør vil virka nú?

3. Morgunstundin liðin er, og kvøldið skjótt tað fer,
heystartíðin signaða – so skjótt hon farin er!
Skalt tú møta Harranum tómhentur einaferð?
Skurðmenn! Skurðmenn! Hvør vil virka nú?

FavoriteLoadingGoym tekstin