Starin

Orð: Símun av Skarði
Lag 1: Finskt fólkalag
Lag 2: Hanus G. Johansen
Viðmerking: Yrktur 8. januar 1914.

1. Á mønu hjalsins stari
í morgun kaldur sat
í heglingsæli hvøssum;
mær tókti, at hann græt.

2. Og kavarokið versnar
alt út ímóti nón,
og neyðar starin visti
sær onga lívsins vón.

3. Men tá tað móti kvøldi
brádliga lýsti í
og sólin fór at síggja,
so blonk og mild og blíð.

4. Tá fleyg í loft upp starin
og sang eitt fagurt ljóð,
tá birtist vónin aftur
í barmi, ljós og góð.

5. Tann vón um vár og summar
og eydnuríka tíð,
um reiður, maka, ungar,
um lív og leik í líð.

6. Tí starin er so vorðin,
at vónin er hans alt;
ta stund, hon hvørvur burtur,
er lívið stirt og kalt.

FavoriteLoadingGoym tekstin