Statt stinnur í freisting

Orð og lag: Horatio Richmond
Týtt: Victor Danielsen

1. Statt stinnur í freisting,
sum herjar teg á!
Hvør sigur tær hjálpir
ein annan at fá.
Ver maður í stríðnum,
sig syndini nei!
Hygg altíð á Jesus,
hann svíkur teg ei!

Niðurlag: Bið hann koma og hjálpa,
ugga, styrkja og verja!
Jesus skal ikki sýta,
hann svíkur teg ei!

2. Ring orð ei tú brúki,
ræðst syndaralag,
Guds navn halt í æru,
ei misbrúka tað!
Ver trúgvur og mildur
far sannleikans leið,
hygg altíð á Jesus,
hann svíkur teg ei!

3. Um stinnur tú stendur,
tú krúnuna fært.
Í trúnni vit sigra,
tó mangan stóð hart.
Hjálp kemur frá honum,
sum undan tær steig.
Hygg altíð á Jesus!
Hann svíkur teg ei!

FavoriteLoadingGoym tekstin