Statt stinnur í stríðnum um sannleik og rætt

Orð og lag: Ókendur
Týtt úr enskum til danskt: D.J. Danielsen
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Stå fast udi kampen for sandhed og ret

1. Statt stinnur í stríðnum um sannleik og rætt,
og Harrin skal greiða tín veg!
Og fjallið, tær forðar, skal hann gera slætt –
tí Jesus, hann vann fyri teg.

Niðurlag: Ja, Jesus, hann vann fyri teg,
ja, Jesus, hann vann fyri teg,
og sigra skalt tú, um tú lítur á hann,
sum á krossinum vann fyri teg.

2. Um ódnirnar ýla, um dimm er tín leið,
um sólin enn krógvaði seg,
so miss ikki mótið, Gud svíkur teg ei.
Tí Jesus, hann vann fyri teg!

3. Víst heimurin háða og spotta teg kann,
um tú velur sannleikans veg,
tey spottaðu Jesus og hataðu hann;
men Jesus, hann vann fyri teg.

4. Og teimum, ið enn ganga myrkursins veg
mót Helvitis pínu og neyð,
sig teimum frá honum, ið vann fyri teg!
Hann eisini vann fyri tey.

Niðurlag: Hann eisini vann fyri tey,
hann eisini vann fyri tey,
og tey sigra við, um tey líta á hann,
sum á krossinum vann fyri tey.

FavoriteLoadingGoym tekstin