Statt upp, mín sál, á morgni fró

Orð: W.A. Wexels
Týtt: Torkil Beder

1. Statt upp, mín sál, á morgni fró
og syng nú Guði takkarljóð,
lat klagu tína burtur tagna
og páskasól við gleði fagna!
O, sæla páskamorgunstund
mær gyllir lund!

2. Tey gleðiboð mær berast her,
at heljar máttur brotin er;
tí hann, sum var av deyða vigin,
úr døkku grøv er aftur stigin.
O, sæla páskamorgunstund
mær gyllir lund.

3. O, steðga, hjartasuffið mítt!
Guðs morgunroði holvir vítt
um tey, sum sova her á foldum,
við havsins botn og undir moldum.
O, sæla páskamorgunstund
mær gyllir lund!

4. Ber, hjarta, alt, sum deytt tær var,
og tú við sorg til gravar bar,
til hann, sum lá í deyðans dvala,
men livandi við teg vil tala!
O, sæla páskamorgunstund
mær gyllir lund.

5. Guðs himmiríki ogn tín er,
bert skamma stund tú bíðar her,
so deyðans vald er burtur máað,
tú ævigt lív í dýrd skalt fáa!
O, sæla páskamorgunstund
mær gyllir lund!

6. Syng kirkjulið, syng gleðisong
við andarødd um tún og ong,
far syngjandi tín vin at ynna,
úr deyða kemur teg at finna!
O, sæla páskamorgunstund
mær gyllir lund!

FavoriteLoadingGoym tekstin