Statt upp, mín sál, syng lovsong nú

Orð: Samuel Medley
Lag: Lowell Mason
Týtt: Victor Danielsen

1. Statt upp, mín sál, syng lovsong nú,
og Jesu navni prísi tú!
Hann væntar lov og tøkk frá tær,
hann ofraður í tín stað varð.

2. Tó hann so djúpt meg falnan sá,
meg legði hann sín kærleik á,
frá undirgangi frelsti meg –
hvør stórur er hans kærleiki!

3. Tá neyðin sum eitt skýggj so svart
lá yvir mær, mín hjálp tú vart,
í trongd tú aldri frá mær fór,
tín náði – áh, hvør er hon stór!

4. Skjótt burt úr nátt og myrkri her
vit fara upp, har ljósið er,
og fríðari vit syngja har
um, hvussu stór tín náði var.

FavoriteLoadingGoym tekstin