Statt upp, mín sál, tú degning sær

Orð: V.A. Wexels
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur 2. januar 1966 og broyttur í 1994.

1. Statt upp, mín sál, tú degning sær,
nú flýggið sorg og neyð frá mær,
lat alla gremjan burtur vera,
tí nýtt nú deyðans grindir bera!
O, sæla páskamorgunstund
mær gylli lund!

2. Avvápnað er og oyðilagt
um ævir heljar veldi alt;
tí hann, sum var av deyða vigin,
hann sigrandi úr grøv er stigin.
O, sæla páskamorgunstund
mær gylli lund!

3. Øll steðgi suff í hvørji vrá!
sí, morgunsólin himni á
nú roðar yvir mannamúgvu
við havsins botn og grønu túgvu.
O, sæla páskamorgunstund
mær gylli lund!

4. Kom, hjarta, ber alt deytt hjá tær,
tað, syrgin tú til gravar bar,
ber honum alt, sum deyðin feldi,
hann livir, heilsar tær við veldi.
O, sæla páskamorgunstund
mær gylli lund

5. Guds himmiríki títt nú er,
o sál, tú dvøl eitt bil bert her,
tí deyðans broddur nú er vunnin,
tær ævig sæla er upprunnin.
O, sæla páskamorgunstund
mær gylli lund!

6. Syng, kirkjulið, syng fagnarljóð
við Andans reyst av hjarta fró,
við sangi til tín vin tær skunda,
– úr grøv hann stevnir tær til funda.
O, sæla páskamorgunstund
mær gylli lund!