Steinstólpan

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Annika Hoydal

1. Ein steinstólpa í morgun glað
nýkomin heim av ferð
so blídlig bað mær “Góðan dag!
enn ert tú gamli her.
– Tjipp tjirri jirri ji –
Eg eri komin við.”

2. Á varðarnar og garðarnar
hon festir fríðan fót
og snarar sær til stararnar:
“Ja, gott er Føroya grót,
– tjipp tjirri jirri ji –
her hvílast vit í frið.

3. Mær gjørdist leitt við landið heitt,
men leiðin heim var long,
og havið breitt er ikki greitt,
tað lúgvar lítlan vong,
– tjipp tjirri jirri ji –
tað var eitt strævið stig.

4. So frísk og fró eitt fagnarljóð
eg leggi í mín song,
um troytt og móð, ein mola tó
eg finni mær til fong,
– tjipp tjirri jirri ji –
ein mýggjabita við.

5. Úr suðurætt eg veit mín skatt
nú stevna yvir skørð,
eitt reiður tætt í gomlu rætt
vit gera sum í fjør,
– tjipp tjirri jirri ji –
tú gev oss góðan grið.

6. Tey smáu egg, tey bláu egg,
tey livna so ein dag,
og uttan steðg í rættarvegg
vit bera føði glað
– tjipp tjirri jirri ji –
upp í tey lítlu kvið.”

FavoriteLoadingGoym tekstin