Sterk borg er Gud í lív og deyð

Orð og lag: Martin Luther
Týtt: Victor Danielsen

1. Sterk borg er Gud í lív og deyð,
er vápn og fullgóð verja;
hann bjarga skal úr trongd og neyð,
sum nú á okkum herja.
Vár gamli fíggindi
út brynjar Helviti;
í sterkum svikum hann
ei javna finna kann
í grimd og ilskuráðum.

2. Um egin máttur álit er,
á okkum brátt er endi;
men fyri okkum berjist her
tann, aldri aftur vendi.
Varð spurt: Hvør er hann tá,
sum slagið vinna má?
Vit svara: Kristus gekk
í stríðið, sigur fekk
og fyri okkum sigrar.

3. Um ilra anda mikla lið
vil okkum oyða, fella,
ei kann tað ræna váran frið,
ei nakað oss kann bella;
hin heimsins fúrsti ei
nú ræðir okkum, nei,
hann valdið hevur mist,
og Harrin Jesus Krist
við orðinum hann bindur.

4. Tað orðið Satans herur má
við skomm nú lata standa,
og Harrin stendur okkum hjá
við sínum Halga Anda.
Um alt á fold var mist,
vit eiga Harran Krist;
hann ikki gloyma kann
tann vin, sum hann sær vann –
og ríki hans vit eiga.

FavoriteLoadingGoym tekstin