Sterk var tann hond

Orð og lag: Øssur Berghamar

Niðurlag: Sterk var tann hond,
sum upp meg lyfti
út úr tí díki, eg var í.
Stórur tann frelsari, meg hitti,
hann gav mær lív.
Hans er æran alla tíð.

1. Um dimmi legst á mínar leiðir,
og ivi hóttir mína trúgv,
gott er at vita tá:
Jesus mær stendur hjá,
og til Himmalin
hann er mín fasta brúgv.

2. Ein dag í Himli eg skal sanna,
tá komin heim til Himmallands:
Frelsarans hond var sterk,
stórt var hans frelsuverk,
og í øllum var fullkomin vegur hans.

FavoriteLoadingGoym tekstin