Sterkstolta Havn

Orð: Edvard Nyholm Debess
Lag: Jóannes Petersen

Himmalin bláur
og sólin í eystri rísur
kínandi hús og gamlar gøtur
bilarnir hurra og alt vaknar meir og meir
eg vakni og sleppi mær á føtur.
Á Havnin, á Havnin tann deiliga Havn
eg gleðist yvir her um leið at búgva
so fegin eg sigi títt sterkstolta navn
tað nógv í mínum hjarta upp man rúgva.
Komin á gøtuna, andi eg luftina,
sum inn av fjørðinum so frísk man koma.

Bussarnir steðga og fólk hevur skund,
nú tey hoyra skipasmiðjulúður ýla.
Skyldkona rennandi kemur framvið,
er ov sein, so hon setir seg at hvíla.
Oman í Vágsbotn, ein feril av tjøruroyki
slær mínum andliti ímóti.
Niðan á Reyn, út á nesið hitt gamla,
har fyrr sum nú teir fólkavaldu sótu.
Skip verða lossað og smábátar stima
framvið Sandagerðinum, har smábørn spæla.

Tórshavn tú Føroyalands miðstøða ert
og tað er vanlig hugsan millum manna.
Havnin skal skína tað vita vit øll,
og vit hugsa hvussu kann hon gera annað.
Blómandi liggur tú Tórshavn og lýsir
á víðari leiðir fyri landið
andar og livir í nútíðar dámi
tó í tær býr ein fornur andi.
Øldirnar fóru framvið, tú stóð stinn og sterk
tú prógva skalt, hvat so ein framtíð bjóðar.

Kvøldið er farið og náttin seg framá tekur,
eg hómi angandi garðar.
Skipini duffa á vestaru vág,
kvøldið er lýtt og turt, so leingi tað nú varar.
Dagurin fór, sólin kíndi tað heila –
á Tinghúsvølli grøna sótu ungfólk lið um lið.
Seinni niðan Gundadal vit vunnu onkur treiv í
“Eitt sunnukvøld í plantasjuni”.
So eitt stendur fast, júst sum Rasmus á Vagli
Havnin er tað allarbesta her á jørð

Havnin er tað allarbesta her á jørð.

FavoriteLoadingGoym tekstin