Sterkur tú, men veikur eg

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Just a closer walk with thee

1. Sterkur tú, men veikur eg,
frá tí ónda varða meg.
Nøgdur verði eg hvørt stig,
bert eg ferðist við tína lið.

Niðurlag: Lat meg koma nærri tær,
Jesus, tína leið meg lær.
Dagliga tær liva nær
er míns hjartans bøn, sum tú sær.

2. Hvør mær hjálpti, tá eg gleið,
og tá eg í snerrur steig?
Hvør ber byrðar mínar nú,
Harri Jesus, hvør uttan tú?

3. Tá ið lívið liðugt er,
tíðin lokin niðri her,
leið meg stillan, tryggan heim,
heim til tín, til gleði og gleim.

FavoriteLoadingGoym tekstin