Stíg fram til fólk mítt og troysta tey

Victor Danielsen
Orð: Jørgen P. Santon
Lag: Wilhelm Theodor Söderberg
Týtt: Victor Danielsen

1. Stíg fram til fólk mítt og troysta tey,
ja, troysta tey, ja, troysta tey,
ber boð um hvílu, sum Harrin beyð,
til tey, sum troyttast og stríða!
Far, friðarboðskapin glaða ber,
og sig, at sigurin vunnin er,
at teimum býðst nú av Gudi her,
ja, náði æviga, fría!

2. Tí fólkið alt, tað er hoyggj og strá,
ja, hoyggj og strá,
ja, hoyggj og strá,
og eingin sterkur, sum lítist á,
tey eru vónleys við alla;
sum skúm á sjónum tey eru øll,
sum tokan lætta, ið fer um fjøll,
sum blóman fríða um grønan vøll,
ið fyri líggja má falla.

3. Men Gud er stórur í náðini,
í vísdómi, í trúfesti;
hans navn er Harrin vár Rættvísi,
á navn hans verðin skal hopa;
hann eigur himmal og hav og lond,
hann hjørtu boyggir við síni Ond,
hann málir havið við síni hond
og missir ikki ein dropa.

4. Ja, sig við fólkið: Hygg, hygg tín Gud,
ja, hygg tín Gud, ja, hygg tín Gud!
Og fangar koma úr fongsli út,
nátt víkur nú fyri degi;
hin ræddi trýr, og hin blindi sær,
deyv fáa hoyrn bæði fjart og nær,
hann syngur fagurt, sum stummur var,
hin lamni loypur av gleði.

FavoriteLoadingGoym tekstin