Stíg fram við treysti, ættin unga

Orð: Louis Zachariasen
Lag: J.B. König

1. Stíg fram við treysti, ættin unga,
sum Jesus hevur aftur grøtt!
Syng takkarsong, hvør mannatunga,
at hann tó hevur skaðan bøtt;
at hann breyt slóð og ruddi gongd,
tá maður komin var á trongd.

2. Ber tínar sorgir, tínar gleðir
fram fyri Guð í barnabøn;
tá skal hann greiða tínar vegir
og veita fyri álit løn,
tí Jesus talar tína sak,
hann syndarar ei frá sær rak.

3. Guð fegin vil teg hjá sær hava;
miss tí ei mót, hann hjálpa vil.
Um syndin teg vil undir grava
og koma tær í deyða skil,
bið tá tín Guð og tráur ver,
um sýnist, vónin brostin er.

4. Stíg fram við treysti, ættin unga,
fram fyri Guð, ið hjálpa kann!
Sig honum alt, hvør mannatunga!
Tað lættir hjartað; heit á hann!
Bið Guð um alt og takka við,
so tekkir tú títt hægra mið.

FavoriteLoadingGoym tekstin