Stíg, seggur, oman Golgata

Janus Djurhuus
Orð: Johs. Ewald
Týtt: Janus Djurhuus

1. Stíg, seggur, oman Golgata,
ber herskjøldur í hond!
Til heljar synd og deyða slá,
ið tyrpast mær í nánd.

2. Hevj búnan brand í vreiði hátt
mót teim, ið háða teg,
og rek teir út í heljarnátt
frá mær og ljósins veg!

3. Tá bjargaði mær megi tín,
ei deyðan óttast meir,
so fróur frelsti andi mín
skeyt hamin – mold og leir.

FavoriteLoadingGoym tekstin