Stíg upp, mín sál, á Nebo hæddir

William Batchelder BradburyVictor Danielsen
Orð: Henrik Wilhelm Eklund
Lag: William Batchelder Bradbury
Týtt: Victor Danielsen

1. Stíg upp, mín sál, á Nebo hæddir,
skoða í trúgv tey ljósu lond,
lýð á tey orð, sum heilsu bera
frá tí fríðu, bjørtu, heimsins strond!
Lurta, hoyr, tey við hásætið syngja,
fyri Lambinum hørpurnar slá,
øll tey vitni, sum sigurin vunnu,
øll, ið krossin her litu seg á!

Niðurlag: Vilt tú Jesusi møta við gleði
á tí strond, har ei stormar sum her,
vilt tú har við teim heiløgu hittast? –
Bygg á blóðið, har friðurin er!

2. Eyganum lyft nú sál, mót Zion,
gloym ei at søkja skatt tín har!
Og skalt við Jesusi tú líða,
størri lønin er, sum bíðar tær,
í tí stað, har Gud sjálvur er ljósið,
arvur liggur til hvønn tann, sum trýr;
mást tú mangt fyri sannleikan tola,
gloymt tað er, tá har uppi tú býr.

3. Harrin í dag teg kallar, vinur,
hoyr, hvat so enn tær forða má!
Vanst tú enn alt, hvat kann tað hjálpa,
um við tíni sál tú bøtti tá!
Lurta tí, nú ið hurðin er opin,
drála ikki nú longur ein dag!
Nú ið frelsa er frí tær tilboðin.
ivast ikki, men svara nú ja!

FavoriteLoadingGoym tekstin