Stilla hørpu mína, Gud

Orð: Ismar Joensen
Lag: George Frederick Root

1. Stilla hørpu mína, Gud,
so eg syngi um tann lut,
tú mær gav, tá frelsugleðin gjørdist mín;
stilla hjartans streingir so,
at teir allir bera boð,
at í lívi mínum broyttist vatn til vín.

Niðurlag: Syng, syng, syng, mín sál, um náði,
syng um Harrans kærleika,
syng um eydnuríka stund,
tá eg fekk við Harran fund
og fann frið og heilsu fyri sálina.

2. Ei á fremmandari grund
eg vil dvølja nakra stund,
ei eg heingja hørpu mína vil frá mær,
nei, á Harrans vegi eg
fegin vildi hildið meg
og, mín Gud og Harri, altíð prísað tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin