Stilli

Petur Mohr Reinert
Orð og lag: Petur Mohr Reinert

Stilla sinnið vøkur minnið
Trúgv og álit var
Alt tað sum tú gav
Tað bar tú
Hjarta tínum nær
Goymi tað í mær

Øll tey fáu ár eg
Fekk í lut frá tær
Til eg teg á børu
Til deyðan hjá tær var

Fram við strendur
Gjøgnum fjørðu
Altíð hjá mær var
Raskar hendur bóru vøru
Hagar onki var
Tøkkin var hjá tær

Í báti tínum førdi
Um fjørð og víða hvar
Til tann eg eri gjørdi
Tú tók tær av mær

Men ein dag um várið
Angri at eg tá fjaldi at eg græt
Tá tú gav upp anda
Seinasta ynski
Tætt hjá tær eg sat

Djúpt í hjarta
Ljós títt bjarta
Altíð hjá mær er
Sum ein bjørt sól
Gav tú mær skjól
Minnið aldri fer

Altíð hjá mær er
Eftir hjá mær eru
Øll tey góðu ár
Tíni vøkru minnið
Lekja lívsins sár
Mm mm mm mm ahhh

FavoriteLoadingGoym tekstin