Stillur fer Jesus ta kvølfullu leið

Orð og lag: Robert Harkness
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Why should he love me so?

1. Stillur fer Jesus ta kvølfullu leið,
hví man hann elska meg?
Kærleiki ger, at hann eirir seg ei,
hví man hann elska meg?

Niðurlag: Hví man hann elska meg?
Hví man hann elska meg,
at hann á Golgata ofraði seg,
lív sítt læt fyri meg!

2. Negldur til krossin í mín stað varð hann,
hví man hann elska meg?
Frelsu og lív hann við blóði mær vann,
hví man hann elska meg?

3. Áh, hvørja angist hann toldi hin dag,
hví man hann elska meg?
Sál sína tømdi og leið í mín stað,
hví man hann elska meg?

FavoriteLoadingGoym tekstin